Gongd komin á kurvabólt hjá kvinnum

Fyrsti kurvabóltsdysturin í landskappingini hjá kvinnum varð spældur í dag, har Hamar 1 tók móti Hávi.

Fyrsti kurvabóltsdysturin í landskappingini hjá kvinnum varð spældur í dag, har Hamar 1 tók móti Hávi.

 

Tað sást longu frá byrjan, at nýggja felagið úr Klaksvík ikki hevði somu royndir og umstøður, sum havnarliðið Hamar hevði. Hamar legði seg klárt á odda og hildu leiðsluna, til dysturin endaði 54–6.

 

Forkvinnan hjá Hávi, Erla Mirmansdóttir, sigur, at áhugin fyri kurvabólti veksur støðugt og hava ongar umstøður verið at vant fyrr enn nú.

 

- Stóri munurin á liðunum er ivaleyst, at fleiri av Hamar-kvinnunum hava vant í fleiri ár, og eru kvinnurnar í Hávi júst nú byrjaðar við regluligari venjing.

 

Hon sigur, at tær kundu hugsað sær, at fleiri komu at venja í Hávi, so liðið bleiv meira fjølbroytt og venjingarnar støðugar.

 

- Um umstøðurnar batna, og kvinnur í Norðoyggjum sleppa til regluligar venjingar, verður ikki leingi, áðrenn tær fara at geva Hamar kapping, sigur Erla Mirmansdóttir, forkvinna í Hávi.