Flogførini, sum hava staðið í Bergen, Glasgow og Egilsstøðum, lendu øll í Vágum millum klokkan 14 og 15. Fyrsta flogfarið fór avstað aftur klokkan 15.10 við ferðafólkum til Keypmannhavnar, sum skuldu fara avstað í morgun við RC 450 klokkan 08.15.
Næsta flogfarið ferð til Billund umleið 15.30. Triðja flogfarið ferð avstað aftur til Keypmannhavnar klokkan 1600 við ferðafólkunum frá RC 1460, ið var ætlað til fráferð klokkan 09 í morgun.
RC 1459 við ferðafólkum úr Keypmannahavn frá í gjárkvøldið - væntast í Vágar um 17.00 og fer avstað aftur klokkan 17.30 við teimum ferðafólkunum, sum eftir eru til RC 456 og RC 460 í dag.










