Gongd komin aftur á flúgvingina

Tað gongur skjótt fyri seg hjá Atlatnsflog, tá myndugleikarnir loyva flúgving aftur.

Loftrúmið yvir Føroyum lat upp klokkan 22 í kvøld og ein hálvan tíma seinni lætti fyrsta flogfarið úr Vágum við kós móti Keypmannahavn. Bert fáar minuttir seinni lendi fyrsta flogfarið úr Keypmannahavn. Tað flogfarið fór úr Keypmannahavn longu tveir tímar áðrenn loftrúmið yvir Føroyum lat upp. Tvey flogfør afturat fóru úr Føroyum lítla løtu seinni. Eitt til Keypmannahavnar og hitt til Billund.

Øll trý flogførini ætlast at koma aftur í Vágar millum klokkan 4 og 5 í nátt.

Flogfarið til Reykjavíkar er útsett til i morgin á miðdegi, tí har er loftrúmið enn stongt.

Atlantsflog roknar við at flúgva sum vanligt í dag.