Gongd í haga til viðgerðar í Løgtinginum í dag

Tingfundur er klokkan 11 í morgun verður tingfundur, har málið um gongd í haga er fyrsta mál á skránni.

Tað er eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum til samtyktar. Flokkurin sigur millum annað í viðmerkingunum, at útgangsstøðið hjá føroyingum má vera, at allir føroyingar hava rætt at fara í hagan, og at hesin rættur ikki skal vera treytaður av vælvild frá ella gjaldi til tey, sum hava fingið rættin at nýta náttúruna til vinnuligt virksemi.  

– Vit skulu tryggja rættin hjá føroyingum at ganga í haga ókeypis, sigur flokkurin millum annað í viðmerkingum til uppskotið, sum kann lesast her

Annað málið er uppskot til samtyktar frá Javnaðarflokkinum um at leggja allar almennar bygningar um frá olju til varandi orkuskipanir, og tað triðja málið er uppskot er eisini uppskot frá Javnaðarflokkinum til samtyktar um at játta meirvirðisgjaldið av útlendskum stroymingartænastum til føroyskan film, tónleik, mentan og list.

##med2##