Tað er Sólvit Nolsø, løgtingsmaður fyri Framsókn, sum hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni, ein grein 52 a fyrispurning um gongd í har.
Løgtingsmaðurin spyr soleiðis:
1. Nær væntast ein loysn í málinum um gongd í haga?
2. Er ætlanin framvegis, at allir føroyingar skulu ferðast frítt í føroysku náttúruni?
3. Hvussu skal økið skipast í mun til at krevja gjald frá útlendingum?
Landsstýrismaðurin sigur í svarinum, at talan er um mál, sum hevur verið óvanliga trupult at loysa.
– Trupulleikarnir eru mangir og fjøltáttaðir, og meiningar og hugsanir um ta røttu loysnina upp á spurningin um gongd í haga eru eins mangar og fjøltáttaðar.
– Til vildar øllum kann eingin gera, og tí ber til at siga – uttan at taka ov rívan til – at ikki øll verða líka fegin um endaliga úrslitið, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur víðari, at tað skerst kortini ikki burtur, at tíðin langt síðani er komin at gera av, hvussu hetta økið skal verða skipað, bæði í mun til rættin at ferðast í egnum landi og í mun til, hvussu ferðavinnan verður skipað kring landið.
– Tað skylda vit Føroya fólki, jarðarumsitarum og - eigarum, ferðavinnu og ferðafólki og ikki minst býar-og bygdasamfeløgum, har ferðavinnan er sjónligast.
– Greitt er, at verandi ógreiða støða kann ikki halda fram. Tí verður, sum áður boðað frá, eitt uppskot um gongd í haga lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.
Fyri at taka saman um tað, sum landsstýrismaðurin sigur í svarinum, so fer hann at leggja fram eitt uppskot. Men vit fáa einki at vita um nær, hvat ella hvussu. Hann sigur einki um, hvørt ætlanin er, at allir føroyingar skulu ferðast frítt í føroysku náttúruni. Og hann sigur einki um, hvussu økið skal skipast í mun til at krevja gjald frá útlendingum.