– Tað er sera órógvandi, at landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum í løgtinginum sigur seg vera semingsmann, tá semja skal finnast á ósemjuni um gongd í haga. Tað halda tey í Hagafelag Føroya, sum røkir áhugamálini hjá teimum, sum vilja hava frítt at ferðast í náttúruni. Í gjár umrøddi Løgtingið spurningin um gongd í haga og har segði Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, at hann metti seg sjálvan sum semingsmann í ósemjuni ímillum bøndur og ferðavinnuna. Men samstundis gjørdi hann greitt, at nú skal ein loysn finnast: Les meiri her: Hetta kann hann ikki longur liva við hesum.
í hagafelahnum siga tey, at spurningurin um rættindini at ganga í haganum er nógv meira prinsipiellur enn so. Hetta er ikki ein spurningur, sum kann avgreiðast við at lata seráhugamálini, nevniliga ferðavinnunu og bóndur – einsamøll loysa málið. Hvar er vanligi borgarin í øllum hesum, spyrja tey í Hagafelagnum.
Tíbetur miseydnaðist tað
Tey minna á, at tá ið fíggjarlógin varð viðgjørd stutt fyri jól, mund tað eydnaðist Jarðir at fáa skattapening á fíggjarlógini til at smoyggja eina eftirlitsskipan niður yvir føroyingar. Tey siga, at hetta er ein skipan, sum skal skráseta øll, eisini føroyingar, sum fara út um bøgarðarnar.
– Ætlanin hjá Jarðir var greið: Fráboðanarskipanin skal vera fyri øll, tað vil siga eisini vanliga føroyingin. Øll skulu boða frá í samband við gongd í haga, og hetta er eisini galdandi fyri vanliga hagagongd fyri persónar, sum ynskja at njóta ein túr í haganum. Soleiðis stóð at lesa í grundgevingunum hjá felagnum Jarðir, sigur Hagafelagið.
Tey halda, at hetta er eitt ræðandi dømi um, at tað ikki er til fyrimuns fyri vanliga føroyingin, at ósemjan um gongd í haga, verður loyst av umboðum fyri seráhugamálini, hvørki Visit Faroe Islands ella Jarðir.
– Sonevnda fráboðanarskipanin hjá Jarðum við áhaldandi, talgildum eftirliti við føroyinginum og gestum okkara, hevði helst tænt áhugamálunum hjá jarðeigarunum, men samstundis hevði tað skert frælsið hjá borgarunum - og tí hevði tað ikki verið í samsvari við okkara frælsisvirði og siðvenjur, sigur Hagafelagið. Tí fegnast tey um, at løgtingslimir vóru so árvaknir, at skattapeningur ikki bleiv játtaður til at menna hesa skipan.
Fráboðanarskylda og eftirlig, sum vit kenna frá óunniligum politiskum skipanum kring heimin, hoyra als ikki heima í einum frælsum samfelag, sigur Hagafelagið.
Ber væl til
– Higartil hevur arbeiðið í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum at finna semju um gongd í haga, verið grundað á frælsi hjá øllum føroyingum, og øðrum, at njóta náttúruna.
– Okkara grannalond hava støðugt ment atgongdina hjá vanliga fólkinum til náttúruna, sigur Hagafelagið. Tí halda tey, at tað er ómetaliga hugstoytt at eygleiða, hvussu seráhugamál í Føroyum toga øvugtan veg og vilja skerja møguleikarnar og frælsið hjá okkara egnu borgarum at leita sær út í náttúruna.
Í heyst skipaði Hagafelagið fyri ráðstevnu um gongd í haga í norðurlondum. Her bleiv víst á, hvussu væl tað ber til at samantvinna almennan gongurætt og spurningin um at verja av náttúruna og landbúnaðin. Harumframt leggja okkara grannalond dent á at loysa avbjóðingar, ið standast av ferðavinnu, men tað verður ikki gjørt við at skerja atgongdina hjá fólki til hagan, sigur Hagafelagið.