Hann vil hava eina samtykt soleiðis, at øll kunnu frítt fara út í hagan og í fjøllini - tí hettar landið er mítt.
Ognarviðurskiftini Í føroysku høgunum eru soleiðis, at umleið helvtin er almenn ogn, meðan hin helvtin er tinglýst privat ogn.
Tað eru ikki so fáir hagar, sum eru lutvíst ella heilt avmarkaðir við girðing.
Um hesir hagar merkja økt trýst ella beinleiðis innrás á ognina, kann lættliga henda, at teir, ið hagar og fjøll eiga, girða ogninar 100% av. Tá verður púra greitt fyri fólki, at onkur eigur tað avgirda.
Tí verður spurt, um løgmaður, í heyst, ætlar at mæla Løgtinginum til at lóggeva so, at fólk bara skulu traðka girðingar niður og fara inn á tinglýstar hagar hjá øðrum.
Jógvan K. Mørkøre
í Løðuni
Eiði