Góða gongdin innan sjóvinnu og laksaaling sæst aftur í virkseminum í handverkaravinnuni, og nógva virksemi hjá MEST er eitt gott dømi um hetta.
Skipasmiðjan MEST, sum hevur virksemi í Havn, Skála og í Runavík, hevur seinastu árini lagt seg eftir at umskipa virksemið soleiðis, at veitingarnar til kundarnar kunnu gerast enn betri.
Samstundis eru íløgur gjørdar í at tryggja framtíðar kappingarevnini hjá MEST.
- Vit hava eitt nú styrkt okkum innan stál-økið og hava uppstigað el-deildina, umframt at vit áhaldandi dagføra okkara virkisemi við nýggjari útgerð á øllum deildum.
Tað sigur Mouritz Mohr, stjóri í MEST. Hann vísir á, at málið hjá skipasmiðjuni altíð er at gerast betri at veita eina góða og álítandi tænastu til kundarnar - smáar eins væl og stórar.
- Eg fegnist um, at vit í kapping við aðrar veitarar vunnu útboðið at byggja tvær tvíkiljur til Bakkafrost, og hetta arbeiðið er komið væl í gongd í byggihøllini hjá MEST í Tórshavn, sigur stjórin.
Á viðheftu mynd sæst onnur tvíkiljan, sum MEST byggir og hin, sum ikki sæst á myndini, er nú eisini við at taka skap.