Handilsmiðstøð
Tað hevur ljóðað, at stigtakararnir aftanfyri ætlaðu handilsmiðstøðina í Klaksvík, vóru ivasamir um ætlanina, sum eftirhondini hevur nøkur ár á baki. Men eftir at Sosialurin í morgun hevur prátað við primus-motorin aftanfyri verkætlanina, Óla Marner Christiansen og borgarstjóran í Klaksvíkar kommunu, Steinbjørn Jacobsen, er einki, sum bendir á, at glóðin er kølnað.
Kanska skjótt
- Nei, ætlanin er avgjørt ikki slept. Vit eru ikki til reiðar at fara í gongd beint í løtuni, og vit hava heldur ikki lagt endaligu tíðarætlanina. Hugsandi er, at vit fara í gongd heilt skjótt – men tað kann eisini taka nakrar mánaðir, áðrenn byggingin byrjar.
Óli Marner sigur, at stigtakararnir arbeiða framhaldandi við at laga stóru verkætlanina til tann tørv og marknað, sum er og væntast at verða í økinum fleiri ár fram í tíðina.
- Verkætlanin er nógv broytt og tillaga til tað betra, og vit fara í gongd, tá vit veruliga kenna, at hetta er tað, vit eiga at leggja okkum eftir – og ikki minst, at hetta er tað, sum er og verður skilagott og burðardygt.
Konseptið betur
Hann vísir á, at tað er eitt krav fyri Klaksvíkarbý, at ein slík handilsmiðstøð verður bygd, og býráðið brennir fyri, at ætlanin verður framd í verki.
- Tað er keðiligt, at verkætlanin hevur drigið út, men vit kunnu ugga okkum við, at hon bara er vorðin betur – og at vit eftir okkara tykki eru nærri rætta konseptinum nú enn áður.
Óli Marner, sum hevur verið og er drívmegin aftanfyri ætlaðu handilsmiðstøðina í Klaksvík, sigur, at hann hevur havt nøkur fólk aftrat sær.
- Vit høvdu ikki havt brúkt so nógvan pening upp á hetta, um vit ikki meintu nakað við tað.
Hann dylur ikki, at samanlagt er talan um miljónir, sum eru brúktar, og tað brúkar eingin til stuttleikar.
Stórur áhugi
Spurdur um Norðoya Sparikassi er við í verkætlanini, sigur Óli Marner, at fíggingin eftir øllum at døma ikki er nakar trupulleiki.
- Noroya Sparikassi hevur framvegis áhuga fyri verkætlanini og vil hjálpa til, men tað eru fleiri, sum hava áhuga fyri at verða við. Tað er ikki har, tað haltar, leggur hann aftrat. Tað, sum vit vilja kenna á okkum, áðrenn verktætlanin endaliga verður sett á kjøl, er, at hon er líka góð um 20 ár, sum hon er um 5 ár, sigur hann.
Óli Marner sigur, at í ætlaðu handilsmiðstøðini verða umframt stórur matvøruhandil einir 18-20 ymskir aðrir handlar við fjølbroyttum útboði.
- Uppgávan hjá okkum er at skrúva tað rætta konseptið saman, sum vit vita er burðardygt, bæði nú og í framtíðini. Marknaðurin er avmarkaður, og tí er neyðugt neyvt at leggja seg eftir rætta útboðnum, sigur hann.
Serkøn hjálp
Stigtakarin vísir á, at teir, sum standa aftanfyri verkætlanina, hava havt serkøna hjálp úr Danmark at skipa so fyri, at handilsmiðstøðin kemur at líkjast eini veruligari handilsmiðstøð, tá hon er liðug.
- Vit hava havt donsku fyritøkuna ICP (Indrætning og Centerplanlægning) til hjálpar, og hetta er sama fyritøka, sum eitt nú SMS hevur brúkt í sínum arbeiði at menna Sølumiðstøðina í høvuðsstaðnum. ICP hevur eisini verið okkum til hjálpar at meta um, hvørjar handlar, vit eiga at hava inni í handilsmiðdeplinum, sigur hann.
Óli Marner vísir á, at tað er stórur áhugi fyri at sleppa inn í miðstøðina í Klaksvík, og hann vónar, at tað fer at eydnast teimum at smíða eitt konsept saman, sum verður til gagns fyri handilsvirksemi, fólkið, sum kemur at hava sína gongd í deplinum og ikki minst viðskiftafólkini.
Hann væntar eisini, at ætlaða miðstøðin kemur at hava stóran týdning fyri Klaksvíkina og Norðoyggjar í síni heild.
- Sum eg nevndi í áðni, so er tað eitt krav, at ein býur sum Klaksvíkin hevur eina handilsmiðstøð, leggur hann aftrat.
Tvær miðstøðir
Vit skulu bara nøkur heilt fá ár aftur í tíðina, tá talan var um at byggja tvær handilsmiðstøðir í Klaksvík.
Eivind Jacobsen á Strondum, sum tá átti timburhandilin, hevði nevniliga í hyggju at byggja timburhandilin og økið har um vegir um til eina minni handilsmiðstøð. Hann helt, at tað fórv at verða lættari at yvirskoða eina minni verkætlan, eins og tað eftir hansara tykki fór at verða bíligari hjá handlunum at leiga seg inn, tá verkætlanin ikki gjørdist so kostnaðarmikil.
Síðan hevur Eivind selt seg burtur úr økinum aftur, og aðrir reka nú virksemið, sum hann hevði.
Vit spurdu tí Óla Marner, um hugskotið og tankarnir hjá Eivindi hava havt nakra ávirkan á gongdina í handilsmiðdeplinum, sum hann hevur gingið á odda fyri.
- Nei, ætlaninar hjá Eivindi hava onga ávirkan havt á okkara verkætlan, sigur hann.
Púra opið
Stigtakarin sigur, at tað framvegis stendur púra opið, hvør sleppur inn í miðstøðina, tá hon verður bygt.
- Áhugin er stórur, og enn eru allir møguleikar opnir, sigur hann.
Vit spurdu eisini Óla Marner, um tað er hugsandi, at Niels Mortensen gerst ein partur av konseptinum?
- Vit í Klaksvík skulu ikki vænta, at tað gevur okkum nakað at halda aðrar uttanfyri. Vit hava longu FK, sum hevur ætlanir um serstaka bygging og Bónus, sum verður rikin úr høvuðsstaðnum.
Stigtakarin sigur, at ”dialogur” er millum fleiri partar, men hann vil ikki vátta, um Niels Mortensen møguliga gerst partur av konseptinum.
- Sjálvur kundi eg rikið fleiri handlar, men í løtuni hugsi eg meira um at vera tann, sum skipar fyri, soleiðis at handilsmiðstøðin verður rikin á skilabesta og burðardyggasta hátt, sigur Óli Marner Christiansen.
Fyrsta dagin verður felag stovnað, sum kemur at standa fyri verkætlanini frameftir.