Tað er uppskot frá Javnaðarflokkinum til samtyktar viðvíkjandi rættindum hjá føroyingum at ganga í haga.
Í viðmerkingum til uppskotið vísir Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, á, at landsstýrið hevur í skjótt trý ár uttan úrslit roynt at loyst málið um gongd í haga.
– Orsøkin tykist vera ein treyt í samgonguskjalinum um, at málið skal loysast í semju við allar partar – sum merkir, at allir partar eisini hava vetorætt, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann sigur, at Javnaðarflokkurin heldur, at hetta er eitt mál av sera stórum og grundleggjandi týdningi. Og hóast tað í teirri drúgvu politisku prosessini er vorðið fløkt, so er tann grundleggjandi spurningurin púra einfaldur:
– Skal útgangsstøðið vera, at allir føroyingar – undir treytum og við avmarkingum – hava ein ómissandi rætt til at vitja haga, vøtn og fjøll í Føroyum?
– Ella skal útgangsstøðið vera, at borgarin ikki hevur rættin, men kann einans sleppa í hagan har og tá bøndurnir loyva tí?
Hann sigur, at hetta er ein sera prinsipiellur spurningur. Og tora vit at taka støðu til hann, eru bara smálutir eftir, til málið er loyst.
Uppskotsstillarin er ikki í iva um, at rætturin sum útgangsstøði skal liggja hjá borgaranum, men at hann kann avmarkast av fjallgongu, lembing, haruskjóting og so framvegis. Eingin kann nokta einum borgara í hesum landi at vitja eitt vatn ella ein fjallatind.
– “Hetta landið er mítt, hetta landið er títt”, syngja vit – og tað eiga vit eisini at staðfesta í lóg. Eingin skal kunna eiga eitt fjall, sum var tað ein privat ogn, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann sigur tó, at tíbetur fungerar gongd í haga væl dagliga.
– Tað er sjáldan, at bøndur nýta sín rætt til at sýta fyri, at føroyingar vitja sítt egna land. Men tíverri er okkurt dømi um, at føroyingar ikki sleppa at vitja náttúruvakurt stað uttan at gjalda einum privatum fyri tað. Jú longur hetta sleppur at halda fram, jú verri verður at broyta tað, tí siðvenja skapar eisini lóg. Endin kann verða, at náttúran til endans ikki verður tann dýrabara felagsogn, flestu okkara halda hana vera í dag, men ein søluvøra, sum nøkur fá ráða yvir.
Sjálvandi skulu avmarkingar setast, har føroyingar undir rímiligum treytum og avmarkingum hava rætt at vitja sína egnu náttúru ókeypis. Sjálvandi skal seyðahald og alt, sum knýtir seg til tað, virðast. Sjálvandi skulu greiðar treytir um atburð setast øllum, sum fara út um bøgarðarnar. Sjálvandi skal bæði náttúran sjálv, djór, hegn og alt, sum knýtir seg at vinnuligum virksemi, virðast.
Uppskotsstillarin heldur tað vera í lagi, at munur verður gjørdur á privatum fólki og vinnuligum virksemi, tá tað kemur til gongd í haga. Ferðavinnan leggur stórt trýst á okkara náttúru og umhvørvi. – Tí er tað ikki órímiligt, at gjald verður tikið frá útlendskum ferðafólkum/vinnuligum virksemi og avmarkingar settar, sum skulu verja okkara náttúru.
– Talið av ferðafólkum veksur skjótt í løtuni, og fáa vit ikki eina loysn á málinum um gongd í haga, so er vandi fyri, at alt endar í einum stórum hurlivasa, sigur Aksel V. Johannesen.
– Útgangsstøðið hjá okkum føroyingum má sjálvandi vera, at allir føroyingar hava rætt at fara í hagan, og at hesin rættur ikki skal vera treytaður av vælvild frá ella gjaldi til tey, sum hava fingið rættin at nýta náttúruna til vinnuligt virksemi.
– Vit skulu tryggja rættin hjá føroyingum at ganga í haga ókeypis, sigur Aksel V. Johannesen vegna Javnaðarflokkin, sum hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið.