Gomul á Tvøroyri: Vit eru koyrd á dyr

Pensjónistafelagið á Tvøroyri hevur nú mist hølini, tey hava havt í 13 ár. Tey eru ógvuliga vónbrotin av kommununi

Eldraviðurskifti

Tvøroyri:? Vit eru koyrd á dyr.
Í Pensjonistafelagnum á Tvøroyri eru tey ógvuliga vónbrotin av Kommununi.
Beint fyri jól mistu tey hølini, sum tey hava havt í samfull 13 ár.
Men nú hevur kommunan gjørt av, at dagrøktin skal hava hølini burturav og at tað ikki er pláss fyri pensjonistunum eisini.
Ístaðin hevur kommunan víst teimum á eina aðra loysn, men tað loysnina skoyta tey ikki um.

Eitt vónbrot
? Hetta er ein dáragerð ímóti okkum, sigur Torbjørn Lisberg, sum er formaður í pensionistafelagnum HØFT, sum telur limir bæði úr Hvalba, Trongisvági, Øravík og Fámjin.
Tað var annars ein stórur dagur í pensjónistafelagnum í 1989, tá ið tey fingu boð frá kommununi um, at tey skuldu fáa teirra egna høli at vera í. Talan var um eitt høli í veghæddini í skúlanum í Trongisvági, sum nú skuldi vera pensjonistahøli burturav.
?Síðani hava vit brúkt heilt nógvan pening uppá høli, sigur Torbjørn Lisberg. Felagið hevur bæði sett skilaveggir upp, lagt streym og vatn inn, keypt køk, hvítvørur, borð, stólar, køksbúnýti og myndir umframt at tey hava málað og annað fyri at gera hølini so hugnalig og brúkilig sum gjørligt.
Tey fyrstu árini gekk alt upp á stás i nýggju hølunum.
? Men so komu boð frá kommununi um, at dagrøktin skuldi sleppa at brúka hølini ein dag um vikuna til børnini at vera í.
Tað gekk so eisini eina tíð, men so skuldi dagrøktin vera har tveir dagar um vikuna.
?Vit skrivaðu til kommununa í februar í ár fyri at koma á tal við Býráðið um hølini. Men vit fingu ongantíð svar aftur og í oktober ryktu vit eftir svari. Beint fyri jól kom so svarið og tað var, at vit eru uppsøgd úr hølunum, tí nú skal dagrøktin hava tey burturav.
?Ístaðin hevur býráðið bjóða okkum at vera í matarhøllini í skúlanum eitt kvøld um mánaðin, har kommunan skal bjóða okkum kaffi og kakur.
Torbjørn Lisberg sigur, at hetta er ein loysn, sum tey ikki vilja vita av.
Fyri stuttum hevði pensjonistafelagið eitt slag av kreppufundi í Øravík um støðuna og har var einmælt samtykt, at loysnina sum kommunan hevði víst teimum á, vildu tey ikki hava.
Formaðurin sigur, at tey eru ómetaliga vónbrotin av kommununi.
?Høvdu býráðslimir av øllum illum tosa við okkum um støðuna, kundi tað verið, men vit vita onki, fyrrenn vit fáa eina uppsøgn uppá 8-10 reglur eftir at hava bíðað í 10 mánaðir eftir svari.

Býráðslimur lovaði hølini
Serliga dátt við kemur uppsøgnin nú, tí tað er ikki longri síðani enn síðst í apríl, at tey fingu skriv sendandi frá Sverra Midjord, sum er formaður í Sosialu nevnd hjá býráðnum.
?Ì skrivinum ger hann púra greitt, at vit skulu varðveita høli, sum vit høvdu, til ætlaða sambýlið er bygt og at vit tá skuldu fáa høli har.
Men nú halda tey seg hava lúrt býráðslimin av, tí hetta var nakrar fáar dagar fyri løgtingsvalið og saman við hesum brævinum fylgdi eisini ein áheitan um at velja seg til løgtingsvalið beint aftaná.
?Men lyftini frá sosialnevndarformanninum hildu so ikki og nú eru vit húsvill. Vit vita heldur ikki, hvat vit skulu gera, við alt, vit eiga og sum er í hølunum, sigur Torbjørn Lisberg.
Á fundinum í Øravík fekk nevndin heimilid at arbeiða víðari við málinum. Men hvat fer at henda er ikki greitt.
Sí eisini greinina " hava fingið eitt nógv betri tilboð


















-