Gomul treyt er dýr fyri húsaeigarar

Kommunan hevur annars tvingað tey til at leggj vánaligt tak á húsini, og tað hevur verið ein dýr søga, men nú er kravið slept

Tey, sum búgva í Randarhúsunum Millum Gilja, sleppa nú loksins at skifta tak á húsunum. Tá ið húsini vórðu bygd seinast í áttatiárunum, setti kommunan annars sum treyt, at tey skuldu brúka eitt ávíst slag av taki, tí tað skuldi samansjóða byggingina í eina eind.

 

Men hetta slagið av takið hevur víst seg at vera so vánaligt, at summi hava longu skift tak tvær verður, me hvørja ferð eru tey tvingað at leggja sama, vánaliga tak á aftur, tí tað eru treytirnar.

 

Nú hevur ein eigari so søkt kommununa um loyvi til at skifta tak – og tað hevur hann fingið eftir drúgva viðgerð.

 

Eigarin heldur ikki tað kann vera rætt at tað eitt gamlar krav skal vera galdandi um at hann skal vera bundin til at halda seg til hesar vánaligu takpláturnar.

 

Hann vísir eisini, at, at í kravinum er ikki nakað krav um, hvussu vorðið takið skal vera, so skulu randarhúsini bindast saman kann tað verða eitt krav, at øll skulu hava sama lit, heldur enn at øll skulu vera sama slag.

 

Higartil hava tey, sum hava biðið kommununa um loyvi at skifta tak, fingið noktandi svar. Men nú hevur býráðið ásannað at tíðir broytast, og nýtt tilfar kemur fram, og tí hava tey skift meining.

 

Sostatt loyvir býráðið nú eigarunum at skifta tak, men treytin er kortini, at liturin, og profilurin á nýggja takinum eru teir somu sum á gamla takinum, og sostatt skal nýggja takið líkjast tí gamla.