Gomul stjørna og ung talentir

Í Malmø verður tann eftirhondini siðríka Sigemann-kappingin í hesum døgum telvað. Veteranurin Jan Timman er á deildum fyrsta plássi saman við eitt nú unga amerikanska talentinum Hikaru Nakamura

Talv

Tað serliga við Sigemann er, at fyrstu fimm umførini verða telvd í Malmø og seinastu fýra umførini verða telvd í Keypmannahavn. Hetta hevur verið mannagongdin síðani 2003 og hevur tað riggað væl.
Sigemann varð fyrstu ferð telvað í 1993 og millum navnframir vinnarar kunnu nevnast Ivan Sokolov (1995), Viktor Korchnoi (1996), Boris Gelfand (1999), Judit Polgar (2000), Nigel Short (2002) og Vassily Ivanchuk (2003).
Í fjør vunnu Curt Hansen og Peter Heine Nielsen, báðir úr Danmark. Norska undurbarnið Magnus Carlsen bleiv nr. 3. Í ár eru hvørki Nielsen ella Carlsen við, men onnur spennandi nøvn hava fingið pláss teirra. Eitt nú 17 ára gamli Hikaru Nakamura (2657), sum hevur havt eina óvanliga framgongd seinasta ári. Við sínum høga ratingtalið er hann í ferð við at blanda seg í absoluttu elituna.
Eisini 19 ára gamli danin Davor palo (2525) hevur fingið møguleikan í ár, men hansara hálva stig í fyrstu trimum umførunum í Malmø boðar ikki frá góðum úrsliti.

Timman og teir ungu
Hollendarin og fyrrverandi HM-avbjóðarin Jan Timman (2607) hevur góðan vind í Malmø. Veteranurin, sum m.a. niðurspældi Palo í fyrsta umfari, hevur telvað væl og tykist at hava stabiliserað seg omanfyri 2600-markinum. 53 ára gamli Timman var annars leingi niðanfyri 2600.
Eftir triðja umfar hava tríggir telvarar lagt seg á odda í Sigeman: Timman, Nakamura og Ioardachescu. sum eisini er úr yngra ættarliðnum.
Curt Hansen átti at havt vunnið á Nakamura í fyrsta umfari, men hóast tað bert bleiv til javnleikur, hevur Curt telvað væl og er beint í hølunum á trioini. Danmarksmeistarin í ár, Sune Berg Hansen, kom á stigatalvuna sunnudagin í triðja umfari, tá hann vann á Emil Hermansson.

Støðan eftir 3. umfar
GM Timman(2607)2,5
GM Nakamura(2657)2,5
GM Iordachescu(2609)2,5
GM C. Hansen(2633)2,0
GM Sasikiran(2642)2,0
GM H. Persson(2533)1,0
GM S. Hansen(2553)1,0
GM Hector(2513)1,0
IM Palo(2525)0,5
IM Hermansson(2432)0,0

Fischer er í Íslandi
Eftir at hava búleikast í fjareystri seinastu mongu árini, er kontroversielli fyrrverandi heimsmeistarin Bobby Fischer vorðin íslendskur ríkisborgari. Legendan hevur í seinastuni verið í ymiskum trupulleikum, men íslendskir vinir hansara hava veitt honum eina hjálpandi hond við at geva honum íslendskan ríkisborgararætt.
Fyri góðum mánaða síðani kom Fischer til landið, har hann í 1972 gjørdist heimsmeistari. Av tíðindum og myndum at døma, hevur Fischer fingið fyrstafloks vælkomu og viðferð í grannalandi okkara. Fischer kallar Ísland sítt nýggja heim og ætlar sær at verða verandi. Hann fer neyvan at telva av álvara aftur.