Gomul skjøl fram í ljósið

Ólavsøka: Ein av áhugaverdu framsýningunum á ólavsøku er hon, sum mánadagin lat upp í Smiðjuni í Lítluvík.

Hetta er framsýning har til ber at síggja, hvussu Havnin er vaksin í fólkatali og vavi hesi seinastu fimmti árini.
Framsýningin gevur ikki bert eitt søguligt baksýni. Har ber til at síggja ymiskar framtíðarætlanir innan byggi- og býarskipan.
Tað er Landsskjalasavnið og Býarsavnið sum í felag standa fyri framsýningini. Hon er at meta sum eitt framhald av framsýningini á søvnunum í fjør, tá býarmenningin í tíðarskeiðnum 1856 til 1954 varð víst fram.
Framsýningin er opin fram til sunnudagin.