Gomul ráð

25 ár eru farin, síðan Niels Bentsen var ríkisumboðsmaður. Hann hevði arbeitt við sjúkrahúsmálum, áðrenn hann kom til Føroyar.

Óli Mikkelsen
lækni

Hann møtti hugagóður á sjúkrahúsfundum hjá sjúkrahúsunum og segði sína hugsan. Millum annað segði hann:
Tað er bíligari og betri at útbyggja Landssjúkrahúsið enn at senda nógvar sjúklingar av landinum.
Niels Bentsen varð hildin fyri gjøldur.
Hetta var ov »stuttligt« fyri Niels Bentsen, so hann sendi annan mann fyri seg á stýrisfundir. Nøkur ár seinni høvdu vit vitjan av umboðum fyri Danska Heilsustýrið. Viðvíkjandi sjúkrahúsunum vóru boðini greið:
Nýtímansgerið Landssjúkrahúsið, tí tað er høpisleyst at seta serdeildir á trý sjúkrahús til gott 40.000 fólk.
Teirra ráð vórðu eisini sligin upp í glens.
Hvat er hent?
Kostnaðurin av at senda sjúklingar av landinum økist í stórum.  At hækka játtanina til hesa konto tykist ikki at geva politikarunum stórvegis høvuðbrýggj.  Bíligari verður tað neyvan, um vit fara at senda sjúklingar í allar ættir.
Sjálvandi skulu vit hava eyguni eftir, hvat hendir rundan um okkum.
Grannalondini arbeiða móti at fáa færri, men størri og betri sjúkrahúseindir.
Vit áttu at verið væl fyri, tá vit eiga meir enn 80 útbúnar læknar í Danmark og aðrastaðni. Nógvir hava verið her sum yngri læknar og følt seg fyri. Hví koma teir ikki heimaftur?
Er føroyska sjúkrahúsverkið so ótíðarhóskandi, at tað ikki gevur læknunum hóskandi avbjóðingar?
Eru gomul ráð góð? Er ikki vert at skeita aftur til ráðini frá Niels Bentsen og danska Heilsustýrinum? Sjúkrahúsverkið hjá okkum má ikki dragna so nógv í mun til onnur, at tað ikki rættast upp aftur.
Her kevst broyttur hugburður.