Søgan var tann sama, sum hon hevur verið, og kortini var hon øðrvísi.
Sama søgan var, at Jarnbardur hjá Róðrarfelagnum Knørri aftur í dag vann sannførandi sigur í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum. Jarnbardur hevur vunnið allar fýra kappróðrarnar higartil í ár, og Jarnbardur er heilt stórur favorittur at vinna FM heitið.
Øðrvísi var dagurin og sigurin í dag sammett við undanfarnu ferðirnar á tann hátt, at talan var um heilt aðra manning enn tann, sum hevur vunnið hinar tríggjar ferðirnar í ár. Í dag vóru tað tær, sum um túsundáraskiftið mannaðu bátin, sum róðu og vunnu. Róðurskvinnan er tann sama, sum hon var fyri lítlari fjórðingsøld síðani, meðan róðrarkvinnurnar eru aðrar enn tær, sum higartil í ár hava mannað bátin.
Men tað broytti einki á tann hátt, at tað var Jarnbardur, sum aftur í dag vann tryggan sigur. Í dag var tað Riddarin, sum vann kappingina um næstfremsta plássið ímóti Páll Fanga úr Klaksvík.
##med2##