Tað er ikki bara í Føroyum, at skúlafólk av og á kæra seg um, at frálærutilfarið er ov gamalt og tí ikki tíðarhóskandi. Tað sama er galdandi nógvastaðni í Danmark. Eitt nú skrivar Fyns Stiftstidende, at í fleiri skúlum har eru heims og Evropa-kortini alt ov gomul, soleiðis at á teimum evropeisku kortunum er Jugoslavia framvegis til, og Týskland er framvegis í tveimum. Felagið hjá donskum skúlanæmingunum krevur tí, at kommunurnar játta teir neyðugu pengarnar, so skúlarnir kunnu fylgja við tíðini.










