Gomul kona datt útí í kirkjutíð

Nakað av háva stóðst av einari hending við Vesturkirkjuna í Havn sunnudagin í kirkjutíð. Kirkjufólkið var illa við, tá tey vórðu órógvað av politistum, sum gingu og skimaðust inni í kirkjuni.

Av politistøðini verður sagt, at tey høvdu fingið boð um, at fólk høvdu sæð eina eldri kvinnu detta í hylin uttan fyri kirkjuna, men at tey funnu hava ikki aftur. Tí kom politiið á staðið at leita. Men meðan teir leitaðu í kirkjuni, hevði dóttir konuna funnið mammuna í hylinum, fingið hana upp á turt og koyrt hana heim. Tað vísti seg, at 86 ára gamla konan, sum býr á einum sambýli, var sloppin einsamøll í kirkju hendan sunnumorgunin, tá óhappið hendi.