Fyri nøkrum síðani hevði B36 eina ógvuliga jaliga søgu um bæði jaliga endurnýtslu og menningarhjálp.
B36 skrivaði: - Tá B36 skifti klæði frá Adidas til Joma, kundu tey gomlu spælaraklæðini hjá ungdómsdeildini ikki longur brúkast. Men í staðin fyri at beina tey burtur varð avgjørt at senda tey til Afrika, um hetta annars var praktiskt gjørligt, so nøkur onnur børn kundu fáa gleði av teimum.
Í hesi vikuni (nú farnu viku red.) var Ronnie Thomassen á einum skúla í Kampala í Uganda, við klæðum til fótbóltsliðið hjá skúlanum. Skúlin kallast New Kabaale primary school og liggur í tí fátaka Busega býarpartinum, har fólk als ikki hava ráð til fótbóltsklæði.
Gávan frá B36 kom tí sera væl við, og børnini vóru avbera glað. So framyvir verður B36 helst tað kendastu útlendska felagið í Busega.
Ein partur er fyrr farin til Zambia við Marionnu Holm Jacobsen. Skrivar B36.