Klokkan tvey í nátt kom eldur í eina kirkju í norska býnum Porsgrunn, og hóast sløkkiliðið kom skjótt á staðið, var einki at gera. Eldurin breiddi seg sera skjótt, og eftir einari løtu stóð øll kirkjan í ljósum loga.
Løgreglan í Porsgrunn kannar nú, hví eldur kom í kirkjuna. Men ein talsmaður fyri teir kommunalu myndugleikarnar sigur, at eftir hansara tykki er eingin ivi um, at eldurin var ásettur.
Østre Porsgrunn-kirkjan var smíðað í 1760 og var ein av teimum størstu trækirkjunum í Noregi.