Olgar Danielsen var í nógv ár ein stuðulsspælari hjá KÍ, og hann gjørdi nógv mál fyri felagið – bæði í heimligu kappingini og eisini í altjóða dystum.
Olgar hevur seinastu árini tikið venjaraútbúgving, og hann var fyri nøkrum árum síðani hjálparvenjari hjá besta KÍ-liðnum. Í fjør hevði Olgar ábyrgdina av triðbesta liðnum hjá KÍ.