Í dag klokkan 16 byrjar tiltakið í Runavík, sum hevur heitið Gomul jól í Heiðunum. Her er nógv ymiskt á skránni, bæði fyri børn og vaksin.
Tiltøkini halda fram hvønn dag og enda næsta leygardag, tá ein ein heilur hópur verður á skránni.
Lagt verður fyri við, at Nes sóknar Musikfelag spælir, skótar selja jólatrø fyri Kiwanis, og jólabrandbilur við jólamonnum vitjar.
Í tjaldinum, sum sett er upp, verður jólasangur og spøl, sum Randi og Símun J. Hansen skipa fyri. Her syngja og spæla tey saman við børnum. Á neystaloftinum verður søla av vaflum og kaffi.
Annað, sum er á skránni, er jólakrambúð í Gamla Handli við heimavirkaðum vørum hjá Sannu, Liljuni, Elisabeth og Mathildu.
Á økinum eru eisini heimabakaðar jólakøkur til keyps, eins og eplaskivur, gløggur og brendar mandlur.
Skótarnir hava sín stóra leiklut á økinum. Teir skipa fyri rógving í árabáti út á skerini. Hetta tiltak er bara í vikuskiftinum og í einar tveir tímar ella so. Kanska verður onkur fiskur at síggja við botnin, har eitt aliljós er sett upp.
Skótarnir eru aktivir á økinum og hava eisini skipað eitt avmarkað spælipláss, eins og teir hava skipað ein djóragarð við eitt nú dunnum, hønum, gásum og kalkunum.
Skráin fyri morgindagin er lík skránni fyri dagin í dag. Neyva skráin fyri Gomul jól í Heiðunum kann lesast á heimasíðuni www.runavik.fo










