Landsskjalasavnið í Írsael almannakunnger nú, at nøkur gomul jødisk brøv eru funnin í einari holu í Afghanistan, og at hetta er tað fyrsta prógvið um, at eitt jødiskt samfelag var har fyri meiri enn 1.000 árum síðani.
Hetta er sera týdningarmikið, og hetta gevur okkum innlit í ta mentanarligu søguna hjá einum jødiskum samfelag í einum øki, sum var ein sera týðandi politiskur, mentanarligur og búskaparligur miðdepil í 11. øld, skrivar ísraelska savnið á síni heimasíðu.
Brøvini eru skrivað á fleiri málum, eitt nú hebraiskum og juedo-arabiskum, og tey elstu eru um 1.000 ára gomul. Tey vórðu funnin fyri hálvum øðrum ári síðani.