Sandoy: Hesin møguleikin er bert ein av mongum, sum Kunningarstovan á Sandoynni hevur at bjóða teimum vitjandi.
Hevur ein hinvegin hug at leiga seg inn í eini meiri vanlig sethús bæði á Sandoynni ella Skúvoynni, er eisini møguleiki fyri hesum.
Tað er júst hetta sum mong ferðandi veruliga hava gjørt í summar: Hetta, at vitja Sandoynna og luttaka í teim serstøku upplivingunum sum oyggin kann bjóða.
Eitt skifti í summar var áhugin so mikið stórur, at trupult var at fáa fleiri av húsunum, um ein júst ætlaði sær tað ávísa húsið.
Hetta frøast tey á Kunningarstovuni sum vera man um. Men tey hava samstundis tilboð til teirra, sum ynskja aðrar møguleikar fyri gisting.
Her kunnu tey vitjandi velja millum vallaraheim, fleiri felagshús, kampingpláss og Ból&Biti.
300 ára gomul
Eitt av teimum støðunum, sum fólk hava møguleika at velja sum summarhús, eru hugnaligu húsini “Í Soylu” á Sandi.
Her er talan um eini snotulig hús frá 16 - 1700-talinum, og sum altso eru umvæld av nýggjum. Hetta hevur kortini ikki tikið hugnan úr teimum.
Inni í húsinum er nevniliga ein hópur av gomlum lutum, sum hoyrdi til í føroyska húsarhaldinum í gomlum døgum.
Húsini Í Soylu venda sær til familjur, men eisini til fólk í koyristóli. Her er gjørdur ein rampi til endamálið, og innanveggja er eingin gátt nakrastaðni. Haraftrat eru hurðarnar breiðari enn vanligt.
Hóast húsini eru omanfyri 300 ára gomul eru allir hentleikar herinni, so sum køliskáp, mikroovnur, útvarp og sjónvarp við Televarpi.
Hesi gomlu húsini hava, helst í mun til flest onnur hús, eisini sína egnu heimasíðu - www.123hjemmeside.dk/annikahjalt. Her ber til at síggja myndir av húsunum, og frá teimum umvælingum sum gjørdar eru tey seinnu árini.
Ein heilt annar fyrimunur við húsunum er hann, at húsini liggja væl fyri í bygdini, tætt við handil, bakarí, kirkju og Listasavnið.
Eldri
Húsini Í Soylu eru sum nevnt bert eitt av mongum, ið fólk kunnu leiga á Sandoynni.
Hevur ein ístaðin hug til eini meiri vanlig hús av eldri dato og øðrvísi útgerð, so finnast tey eisini.
Húsini eru at finna í øllum bygdum í oynni, og liggja ymiskt plaseraði - summi meiri fyri seg, og onnur mitt í bygdini, og so eitt, ið liggur sera væl fyri beint við stóra og vakra sandin á Sandi.
Eisini í Skúvoy er møguleiki at leiga sær eini summarhús. Her ber til at búgva í tveimum slíkum, har allir nútíðar hentleikar eru at finna.










