Gomul fyritøka í nýggjan virkisbygning

Fríggjadagin 11. februar var móttøka í nýggja bygninginum hjá P/F Kjøtbúðin v/O. Reinert í Akranesgøtu 7 í Havn. Fyritøkan, ið síðan 1938 hevur hildið til á 80 fermetrum í Tórsgøtu, hevur nú 400 fermetrar at ráða yvir

Fríggjadagin savnaðust um 270 fólk til móttøku í Akranesgøtu í Havn, tá ein av elstu fyritøkunum í býnum, Kjøtbuðin v/O. Reinert, lat upp í stásiligum nýggjum virkisbygningi, eftir at fyritøkan hevur hildið til í somu hølum í Tórsgøtu síðan 1938.

Tað var í 1938 at Jens Reinert, pápi Otto Reinert, læt upp Kjøtbúðina í leigaðum hølum hjá Sjómansheiminum í Tórsgøtu.

Í 1958 yvirtók Otto Reinert fyritøkuna.

Til 1975 var Kjøtbúðin bæði slaktarí og handil, sum seldi allar føroyskar matvørur. Síðan hevur fyritøkan verið eitt framleiðsluvirki við døgurðmati og viðskera, ið hevur selt sínar vørur til handlar kring landið.

Gólvvíddin í nýggja bygninginum er 400 fermetrar. Nógvar av maskinunum eru nýggjar, og alt er góðkent av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og lýkur øll ES krøv. Byggifelagið Articon hevur staðið fyri byggingini, og glastrevja-elementini innan hevur P/f Klement Petersen í Saltangará latið.

Fyritøkan framleiðir fiskafars, kjøtfars, hakkikjøt og trý sløg av pylsum.
Nógvar av vørunum vera seldar gjøgnum PM-heilsøluna í Havn.

Otto Reinert sigur, at um teir skuldu klára stóra eftirspurningur eftir teirra vørum, var neyðugt at fáa betri umstøður at arbeiða undir. Tí tóku hann og sonurin Oddur, ið eiga fyritøkuna saman, avgerð um at byggja nýggja virkisbygningin. Í fyritøkuni starvast dagliga 8-10 fólk.