Tað gekk bæði skjótt og væl at avgreiða ólavsøkukappróðurin. Umframt sjey FM róðrar vóru tveir alvaróðrar og tríggir oldboys og oldgirls róðrar á skránni. Árarnar til fyrsta FM róðurin vórðu lagdar í sjógv klokkan trý, og hon var ikki meiri enn trý korter til fimm, tá ið 10-mannaførini fóru um málið, og tað harvið varð sett punktum fyri róðrarárið 2005.
Tveir bátar vunnu allar sjey FM róðrarnar. Teir vóru 6-mannafarið Jarnbardur við kvinnum og 8-mannafarið Nevið Reyða. Klaksvíkingarnir fingu Útvarpssteypið, og tær umborð á Jarnbardi endurvunnu steypið hjá Niclasi í Koltri, sum tær í fjør fingu saman við Útvarpssteypinum.
Felags fyri allar vinnararnar í ólavsøkuróðrinum var, at teir eisini vunnu FM.
Líkindini at rógva og at hyggja at kapprórði vóru framúr hesa ferð. Tað var sól og næstan stilli. Lítla lotið var ímóti. Um tað er lotið, sum hevur ávirkað, ella um tað eru onnur viðurskifti, sum bæði í ár og nógvu tey undanfarnu árini hava gjørt seg galdandi, ber ikki til at svara.
Tað er tó ein veruleiki, at róðrartíðirnar hesa ferð ikki stóðu mát við tær tíðirnar, sum sambært heimasíðuni hjá Havnar Róðrarfelag, drekin.fo, eru mettíðirnar frá ólavsøkuróðrum.
Klokkuskipanin, sum hevur verið nýtt á Ólavsøku, hevur ikki altíð verið tann, sum nú verður nýtt, og tað kann væl hugsast, at hetta hevur ávirkað. Undir øllum umstøðum er tað ein veruleiki, at vinnaratíðirnar hesa ferð vóru væl lakari, enn mettíðirnar eru tað.
Skálabáturin endaði aftastur á Ólavsøku hesa ferð. Men skálamenn eiga framvegis bestu ólavsøkutíðina yvirhøvur. Hesa ferð var vinnaratíðin hjá Eysturoyingi 4.06.16. Tá ið Skálabáturin setti met í 1992 var tað við 3.52.00 ella meiri enn tólv sekund skjótari, enn Eysturoyingur róði stutta teinin hesa ferð.
Ørvur eigur metið hjá 8-mannaførunum. Tað setti hann í 1999, tá ið vinnaratíðin var 4.03.21. Hesa ferð vann Nevið Reyða við tíðini 4.15.20 ella tólv sekund lakari enn mettíðin.
Gongurólvur vann FM í kappingini fyri 6-mannafør við monnum. Tíðin var 4.25.09. Hetta var tíggju sekund lakari enn vinnaratíðin hjá Sølmundi í 1983, sum var 4.15.40.
Tá ið dreingirnir á Fípuni Føgru tryggjaðu sær FM, var vinnaratíðin 4.34.07. Mettíðin hjhá Súluni er frá 1994. Tá var vinnaratíðin 4.14.68. Tað vil siga, at vinnaratíðin hesa ferð var tjúgu sekund lakari enn mettíðin.
Gongurólvur eigur mettíðina í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum. Tíðin er 4.21.12, og Gongurólvur rakk mettíðina í 1995. Hesa ferð vann Gongurólvur við 4.40.23.
Sílið vann kvinnuróðurin við tíðini 4.53.08. Blikur vann genturóðurin við tíðini 5.01.15. Sammetingin hjá hesum er tíðin hjá Alduni í 1981, sum var 4.38.40.