Gomlu landsliðshetjurnar vunnu stórsigur á Íslandi

Veteranlandsliðið í "Five a side" innandura fótbólti endaði sum nummar trý av teimum fimm norðurlendsku landsliðunum

Tað endaði sera væl hjá føroyska veteranlandsliðnum í "Five a side" innandura fótbólti í Lerdalsøyri í Sogn og Fjordane í Noregi.

Fjórða og seinasta dystin vunnu gomlu landsliðshetjurnar stórsigur 7-2 á Íslandi.

Julian Johnsson skoraði tvey mál. Todi Jónsson, Jákup á Borg, Kurt Mørkøre, Allan Mørkøre og Christian Høgni Jacobsen skoraðu hvør sítt mál.

Føroyar vunnu eisini 4-3 á Finnlandi, men taptu 3-5 móti Danmark og 2-6 móti Noregi.

Føroyar endaðu á einum heiðurligum triðja plássi í kappingini. 

Danmark vann 5-3 á Noreg í tí avgerandi dystinum um fyrsta plássið.

Endaliga støðan:

LiðDVJTMálStig
Danmark44001012
Noreg430199
Føroyar420206
Ísland4103-63
Finnland4004-130