Gomlu læknahúsini flutt í heilum líki

Týsdagin byrjaði arbeiðið at flyta gomlu læknahúsini, sum stóðu beint norðanfyri Tofta skúla. Tey skulu flytast inn Undir Nesið, har eigarin er í holt við at planera eitt grundøki og fer at stoypa eina grund til húsini at standa á. Í fyrstu syfti eru húsini nú komin oman á parkeringsøkið sunnanfyri Føroya Banka at standa. ? Eg haldi, at nú er sloppið, sigur Atli Poulsen, sum hevur átikið sær at flyta húsini

Flutningur

Seinastu árini hava gomlu læknahúsini, sum Nes kommuna hevur átt, verið nýtt sum teldustova hjá skúlanum. Nú skúlin skal útbyggjast, verður gamla fimleikarhøllin, sum er bygd norður úr skúlanum, tikin niður, og nýggj og stór høll skal byggjast í staðin. Læknahúsini stóðu eisini í vegin fyri útbyggingini, og tey hevur kommunan selt Peturi Gaardbo, sum nú er í holt við at planera eitt grundøki og stoypa eina grund Undir Nesinum á Toftum, hagar húsini skulu flytast í heilum líki.

Serlig uppgáva

Tað er AP Bilar & Maskinur á Toftum, sum hevur átikið sær at flyta gomlu læknahúsini fyri Petur Gaardbo.
Atli Poulsen, sum eigur felagið, sigur, at teir hava ongantíð áður átikið sær eina slíka uppgávu, ið má metast rættiliga serstøk.
- Vit byrjaðu klokkan 08 týsmorgunin at fyrireika flytingina av húsunum, og klokkan 22.30 stóðu tey á parkeringsøkinum við Føroya Banka, niðanfyri skúlavegin.
Hann sigur, at nógv fólk hjálptu til hendan dagin, bæði lønt og ólønt, sum hann tekur til.
- Vit høvdu einar 3-4 mans við í hesum arbeiði, og Petur Gaardbo hevði eisini einar 3-4 vinmenn at hjálpa sær. Umframt hetta, høvdu vit leigað stóra kranan hjá Tórshavnar Skipasmiðju, sum kann lyfta eini 100 tons og ein stóran maskinvogn frá IR-Lastbilum.
Atli sigur, at áðrenn setast kundi á húsini, skuldi nógv fyrireikingararbeiði gerast.
- Saman við øðrum hevði Petur tikið kaminuna, sum gekk upp í gjøgnum øll húsini, niður. Hetta var stórarbeiði, tí kaminan var stoypt upp við jarnstengrum innan í betonginum. Neyðugt var at bróta kaminuna niður um kjallaragólvið fyri at tryggja sær, at hon var leys av húsunum, tá ið tey skuldu lyftast upp av grundini. Sum eg havi skilt, tók hetta arbeiði tað mesta av tveimum samdøgrum hjá Peturi og hansara monnum.
Hann vísir á, at neyðugt varð at bróta hol inn í grundina og leggja tveir langdragarar og tveir tvørdragarar úr stáli undir undirsløgini ? og har dragararnir krossaðu hvønn annan, vórðu teir sveisaðir saman.
- Síðan brutu vit inn í grundina eftir øllum múrankrunum, sum skuldu skerast av, og hesi vóru mong í tali.

Ongan veg

Atli sigur, at tá ið klárt var at lyfta húsini av grundini, lyfti kranin tey á stóra maskinvognin, sum stóð niðanfyri.
- Kranførarin segði, at mátitólini hjá krananum vístu, at húsini viga umleið 18 tons., og tað er nakað meira, enn vit frammanundan høvdu roknað við. Mær er sagt, at tann, sum í sínari tíð bygdi húsini, var rættiliga væl gjørdur og vildi ikki lata nakað av hondum, sum ikki var í lagi.
Tá ið gomlu læknahúsini, sum eftir tátíðar mátistokki eru rættiliga stór, vóru komin at standa á maskinvogninum, vísti tað seg, at tey fingust hvørki inneftir, ei heldur úteftir vegnum, tí tey fyltu so nógv á vogninum.
- Hvørji vóru nú ráðini at taka? Jú, her mátti kranin aftur koma upp í leikin. Eg var í iva um, hvørt kranin fór at megna at lyfta húsini oman av bakkanum ? og oman á parkeringsøkið við Føroya Banka. Kranførarin helt, at tað fór hann at klára, um hann slapp niðan um Føroya Banka at standa.
Atli sigur, at rættiliga trongt var hjá krananum, har hann stóð á lítla økinum, sum er omanfyri bankan ? og niðanfyri høga bakkan undir skúlavegnum.
- Men tað eydnaðist føraranum at fáa kranan niðan um bankan og lyfta húsini upp av maskinvogninum, taka tey inn ímóti krananum og síðan seta tey á økið sunnanfyri Føroya Banka.

Nú er sloppið

Hann vísir á, at her verða gomlu læknahúsini nú standandi, til grundøkið hjá Peturi Gaardbo Undir Nesinum er kárt ? og grundin, sum húsini skulu setast á, er stoypt.
- Nú meta vit, at tað er sloppið, tí vegurin inn Undir Nesið er góður og breiður. Tá ið vit fara at flyta húsini, tekur stóri kranin tey í trimum lyftum oman á høvuðsvegin, har tey aftur verða sett á maskinvognin og koyrd upp á pláss, sigur Atli Poulsen.