Gomlu kenningarnir gingu aftur

Í Hvalvík vunnu allar tær somu manningarnar, sum vunnu í fyrsta FM róðrinum á norðoyarstevnu

 

KappróÐur

Jóanes Hansen



Tað er synd at siga, at talan er um stórar útskiftingar, tá tað ræður um bátar, sum vinna í FM kappróðrunum.

Í Hvalvík gekk kappróðurin upp á stás, tá fyrsta skotið endiliga var latið av. Undarligt er tað, at tað skal ganga so illa at fáa fyrsta róðurin frá hondini til tíðina. Klokkan var næstan hálvgum fýra, áðrenn dreingirnir tóku fyrstu tøkini. Tað var spell, tí annars gekst sum eftir ánni. Kanska hevði tað verið eitt hugskot hjá sørvingum, at teir fóru at leggja dreingjabátarnar ein hálvan tíma, áðrenn tað tykist vera vanligt á stevnunum.

Havnarbáturin fer at vinna FM í Sørvági komandi leygardag. Tað fara kvinnurnar umborð á Páll Fanga og genturnar umborð á Fípuni Føgru eisini. Hesir manningarnar hava vunnið allar fýra kappingarnar, sum hava verið. Tær hava fult stigatal, og um bátarnir koma á mál, so skal vilja meiri enn illa til, um FM heitini ikki verða vunnin.

Tjaldrið við dreingjum og Nevið Reyða snávaðu í Fuglafirði, men tey vunnu aftur hesa ferð. Strálan við monnum setti enn eina ferð Sølmund og Riddaran upp á pláss. Tjaldrið, Strálan og Nevið Reyða liggja eisini sera væl fyri í FM kappingini.

Tað er møguleiki fyri, at allar kappingarnar verða avgjørdar undan ólavsøkuróðrinum. Um tað verður soleiðis, so verður komandi leygardagur størsti dagurin í kappróðrarsøguni í Klaksvík. Tað er ongantíð áður komið fyri, at tríggjar manningar í Klaksvík hava vunnið FM í einum ári.

At áhugin fyri kappróðri er sera stórur í Klaksvík sást leygarkvøldið. Tá Dúgvan kom á vánna klokkan knapt hálvgum níggju, var gylt av fólki og tók ímóti, og tað var rættuliga trongligt í neystinum, tá tey bjóðaðu drekkamunn. Leygardagin skipar róðrarfelagið í Klaksvík fyri útferð vestur í Vágar, og tað kann gerast ein minnilig ferð.