Fyri fyrstu ferð hevur KÍ vunnið FM fyri oldboys. Hetta hendi til finaluumfarið, sum var í Sandavági í dag. Seks lið vóru við í kappingini, og finalan kom at standa ímillum 07 Vestur og KÍ. Vanligi dysturin endaði við javnleiki, og tí varð neyðugt við brotsspørkum fyri at avgera finaluna. Har endaði tað við, at KÍ dró longra stráið og vann FM-heitið. Á myndini síggjast KÍ-spælararnir. Aftan frá vinstru: Richard Hansen, Fríðin Ziskason, Rúni Heinesen, Símun Gullaksen og Kaj Dam. Framman frá vinstru: Adreas Josephsen, Stig Elttør, Janus Ellingsgaard og Jákup Oluf á Lakjuni (Mynd: Karl Vidtfeldt)









