Í dag drógu vágbingar mangan knørr úr neysti. Gomlu grindabátarnir komu aftur í saltan sjógv, eftir langa tíð á turrum.
Orsøkin er, at leygardagin verður stórt tiltak í Vági. Tá verður Johannudagur, og har verður nógv til bæði børn og vaksin. Johanna, Brimil, grindabátarnir og onnur verða á fjørðinum, og umframt nógv til børn, so verður m.a. syng við tiltak og bryggjudansur á kvøldi.
Grindabátarnir standa nú klárir á bryggjuni, og leygardagin verða teir mannaðir, og leggja á Vágsfjørð.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##