Gomlu Føroya Banka húsini í Tórsgøtu í Havn eru hús, ið eru sera góð og hugnalig og eru húsini ogn hjá Tórshavnar Kommunu. Sum er verða húsini nýtt av Tilhaldinum til ymisk tiltøk fyri pensjónistar. Tilhaldið hevur opið í dagtímunum frá mánadegi til fríggjadag. Eisini hevur Eldraráðið í Tórshavnar kommunu høli í húsinum.
Gomlu Føroya Banka húsini eru ein perla í miðbýnum í Havn, sum pensjónistafelagsskapir og aðrir áhugafelagsskapir í býnym eiga at kunna nýta til fulnar – hetta eisini um kvøldarnar. Eyðsýnt er, at Tórshavnar kommuna eigur at syrgja fyri, at pensjónistafeløg og aðrir bólkar so sum fyritíðarpensjónistar og onnur fáa høvi at gagnnýta gomlu Føroya Banka húsini um kvøldarnar og í vikuskiftunum til ymiskt trivnaðarvirksemi.
Uppgávan hjá kommununi er at skapa karmar har hugni, trivnaður, menning og virðing verða sett í hásæti. Karmar, ið eru soleiðis háttaðir, at øll fáa nýtt síni evni og førleikar. Karmar, ið eru við til at varðveita og menna sjálvræði og lívsgóðsku hjá borgarunum.
Virknis- og trivnaðardepil í gomlu Føroya Banka húsunum
Verðið eg vald í býráðið, vil eg at virka fyri, at pensjónistafeløg og aðrir áhugafelagsskapir fáa høvi at nýta hølini í gomlu Føroya Banka húsunum um kvøldarnar gerandisdagar, og í vikuskiftunum, tá húsini ikki verða gagnnýtt. Hetta til kvøldvirksemi v.m., sum feløgini sjálvi skulu standa fyri og stýra. Fari somuleiðis at virka fyri at betra atgongdina til húsini – kommunan má syrgja fyri at lyfta verður sett upp.
Útvegar kommunan pensjónistafelagsskapum og øðrum áhugafelagsskapum góðar karmar til livandi og aktivt virksemi, fer hetta óivað at styrkja virkisfýsni, sjálvræði og trivnað hjá borgarunum ungum sum eldri.










