Gomlu eigararnir valdu at selja alt virksemið

Eftir sjey ár við ikki nøktandi úrslitum valdur eigararnir av Bilasøluni at selja fyritøkuna til Gunnar Justinussen, sum frammanundan átti bilasøluna hjá Wenzel.

 

 

Kappingareftirlitið góðkendi á fundi 10. apríl 2015, at Gunnar Justinussen saman við Rúna Lindberg keyptu Bilasøluna frá Schumann Hjaltalin og Øssur Johannesen. Tá Kappingareftirlitið kunngjørdi, at tað var í lagi, at somu eigarar vóru hjá bæði Bila- søluni og Wenzel, leggur ráðið sum grund, at ein marknaðarpartur uppá 25 prosent ikki er nóg mikið, til tess at forða fyri einari samanlegging.

 

Tá bilasølurnar hjá Wenzel og Bilasølan tilsamans hava 19,7 prosent av føroysku bilasøluni í 2014, so metti Kappingarráðið ikki, at nakar vandi var fyri einari dominerandi kappingarstøðu á marknaðinum.

 

Á henda hátt hava vit í dag tríggjar bilasølur, ið liggja um markið, og sum tí ikki longur hava møguleika at vaksa um virksemið, við at yvirtaka eina aðra bilasølu.

 

Talan er um Reyni – Service og Auto Service, sum hava marknað- arpart uppá 32,8 prosent, Waag & Co. sum hava ein marknaðarpart uppá 25,8 prosent og nú eisini Wenzel og Bilasølan, ið hava ein marknaðarpart uppá 19,7 prosent.

 

Tilsamans hava hesir tríggir eigararnir ein marknaðarpart uppá 78,3 prosent.

 

Nú eiga Gunnar Justinussen og Rúni Lindberg so Bilasøluna í lutfallinum 80 og 20 prosent.

 

Trupul rakstur

Tað er eingin ivi um, at fyrsta upp- gávan hjá nýggju eigarunum verður at fáa størri avlop í raksturin á Bilasøluni, tí hóast bruttovinningurin hækkaði við 5 prosent í 2014 samanborið við 2013, so var úrslitið á leið tað sama, við einum avlopi uppá 105.000 krónur í 2014.

 

Síðan kreppan rakti í 2008, hevur Bilasølan ikki tjent pengar, og saml- aða úrslitið áðrenn skatt fyri hesi seinastu sjey árini frá 2008 til og við 2014, hevur verið eitt hall uppá eina milljón krónur.

 

Bilasølan er tó væl fyri fíggjarliga, og hevur verið tað øll árini, eginognin er 8 milljónir krónur, og soliditeturin er 42 prosent, og grundarlagið er gott hjá nýggju eigarunum at virka útfrá.

 

Fleiri bilmerki

Bilasølan hevur fýra ymisk bilmerki á marknaðinum. Tey eru Wolkswagen, Mazda, Audi og Seat, so úrvalið av bilsløgum er gott.

 

Í 2014 var tað Wolkswagen, ið var best seljandi merkið hjá Bilasøluni, og stóð fyri næstan helminginum av søluni ella 47 prosent.

 

Mazda og Audi seldu eisini væl, meðan Seat ikki rættuliga kom uppí part. Tilsamans bilar í 2014

 

Starvsfólkakostnaður

Ein av orsøkunum til laku úrslitini er, at starvsfólkakostnaður er ov høgur í mun til tann bruttovinning, sum Bilasølan hevur.

 

Bæði í 2013 og 2014 var starvsfólkakostnaðurin 76 prosent av bruttovinninginum.

 

Tá sæð verður í mun til hina bilasøluna í samtakinum Wenzel, sum bert hevði ein lønarkostnað uppá 48 prosent av bruttovinninginum, so eru møguleikar fyri at bøta um hetta lyklatal.

___________________________________________

Úr Vinnuni í Sosialinum 24. september, greining, Eyðfinn Reyðberg: