Gomlu dómararnir aftur í X Factor

Remee og Lina Rafn skulu nú aftur vera dómarar í donsku X Factor kappingini, har nógvir føroyskir sangarar hava roynt seg gjøgnum árini.

 

Sjeynda X Factor kappingini í Danmark er fyri framman, og í morgun hevur Danmarks Radio (DR), ið stílar fyri kappingini, kunngjørt, hvørjir dómararnir verða hesaferð. Thomas Blachman, Lina Rafn og Remee, sum vóru dómarar í fyrstu kappingunum, eru nú aftur savnað og skulu meta um luttakararnar hesaferð.

 

- Vit hava havt eitt stórt ynski um at fáa tey viðaftur. Tey vóru við til at leggja grundarlagið undir kappingini, og tey skaptu sjónvarp av besta slagi. Nú eru fimm ár liðin, síðani tey vóru við seinast, og vit rokna við, at tey fara at skapa eitt gott dómarapanel í komandi kapping, sigur Rasmus Ladefoged, sum er undirhaldsleiðari í DR.

 

Nógvir føroyingar hava roynt seg í donsku X Factor kappingini, og føroyska Linda Andrews er ein av teimum seks vinnarunum, sum hava verið higartil.

 

Upptøkuroyndirnar til nýggju X Factor kappingina byrja 24. september, og sjálv sjónvarpskappingin byrjar á nýggjárinum.