Gomes vil aftur til PSV

Tað hevur gingið heldur misjavnt hjá málmanninum Heurelho Gomes, síðani hann skifti til Tottenham at spæla. Um vikuskiftið spældi Gomes heilt væl, men hann hevur eisini havt fleiri misjøvn avrik. Venjarin hjá Tottenham, Harry Redknapp, vil hava ein nýggjan málmann til felagið at kappast við Gomes, men kanska fer Gomes aftur til PSV, haðani hann kom. Stjórin í PSV sigur, at Gomes vil aftur til teirra at spæla.