Goliat vann á Dávidi

SÍ-kvinnurnar høvdu ongar trupulleikar av unga KÍF-liðnum, og framvegis eru tær í Sørvági langt á odda í Eik-liguni hjá kvinnum

Flogbóltur

Hóast SÍ ikki hevði sína sterkastu uppstilling á vøllinum, tá KÍF vitjaði í Sørvági í gjár, slepst ikki undan, at hetta var tað, sum í kvinnuflogbólti líkist mest einum dysti millum Dávid og Goliat. Her var munurin bara tann, at tann størri vann á tí minna.
Fáur hevði væntað, at hetta skuldi gerast ein serliga javnur og spennandi dystur, og tað gjørdist hann heldur ikki. SÍ var betur á øllum økjum, og serliga móttøkurnar vóru av tí frægara. Kanska tað partvíst stóðst av, at servutrýstið frá KÍF ikki var tað stóra, men væl lá fyri hjá SÍ.
Onkrir spælarar, ið kanska ikki hava fingið so nógva spælitíð á SÍ-liðnum fyrr í vetur, sluppu at royna seg, og millum annað hevði Lisa Niclasen í øðrum setti eina servurøð, ið gav 11 stig!
KÍF er framvegis í tungum sjógvi, og hóast øll hini eisini tapa fyri SÍ, so tykist onkursvegna lítla framgongdin, ið var at síggja fyri nøkrum dystum síðani, vera eitt sindur fjarari nú. Men tað kanska rættar seg í onkrum av komandi dystum, tá mótstøðan er nakað linari.
SÍ hevur enn fult stigatal fyri sínar 11 dystir, so sjálvt tá stigini verða koyrd niður í helvt eftir næsta dyst, er leiðslan stór. Liðið hevur bara mist trý sett í undanfarnu dystum, so nú fæst at síggja um eina viku, tá SÍ vitjar TB í Trongisvági, um glæsiligu hagtølini síggja líka góð út.