Golfvøllurin missir men skúlabørnini fáa

Tórshavnar býráð samtykti í farnu viku at taka eina millión frá játtanini til nýggjan golfvøll, og heldur nýta hana til at betra um útiøki hjá skúlunum í kommununi.

Nógv av útiøkjunum hjá skúlunum í Havnini eru í ringum standi. Ábøtur av ymsum slag mugu gerast á fleiri av teimum, og í tí sambandi hevur umsitingin hjá býráðnum lagt eina arbeiðsætlan fyri komandi árini, fyri hvussu uttanduraøkini hjá skúlunum kunnu mennast. Sambært umsitingini kann væntast, at kostnaðurin at dagføra útiøkini fer at vera 3,5 milliónir krónur komandi trý árini. Tí hevur umsitingin biðið býráðið um at játta 1,5 milliónir krónur til hetta arbeiði í 2015.

 

Mentamálanevndin skeyt upp at taka eina millión krónur frá íløgukontuni til golfvøll og 500.000 krónur frá stuðulskontuni til íløgur.

 

Marin Katrina Frýdal hevði eitt broytingaruppskot, tá málið kom til viðgerðar í býráðnum. Hon mælti til, at heldur enn at taka pengarnar frá golfvøllinum, vóru teir tiknur av íløgujáttanini til nýggja fótbóltsvøllin í Hoyvík. Broytingaruppskot hennara fall tó við trimum atkvøðum fyri og tíggju ímóti.

 

Upprunaliga uppskotið frá mentamálanevndini var síðani einmælt samtykt.

 

Teir skúlarnir, sum væntandi fáa ágóða av hesi arbeiðsætlanini í 2015 eru Skúlin á Argjahamri, Venjingarskúlin og Sankta Frans skúli. Í 2016 skulu ábøtur gerast við Eysturskúlan, Velbastaðar skúla og Hoyvíkar skúla.