Tórshavnar kommuna hevur nú aftur fingið golfvøllin á Glyvursnesi á skrá.
Tað sigur Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnvendini hjá Tórshavnar Býráð.
Hon sigur, at kommunan ikki hevur pengar at byggja vøllin fyri í løtuni, men at har eru nógvir møguleikar fyri fígging.
– Tað ber til at fáa grunnar og onnur at fíggja. Men tað sum hevur størstan týdning beint nú er, at vit hava fingið vøllin aftur á skrá. Hetta hevur stóran týdning í ferðavinnuhøpi, og um vit skulu bjóða okkum fram at hýsa Oyggjaleikunum, sigur Gunvør Balle.
– Golf er ikki ein ríkmannaítróttur longur, so sum fleiri í Føroyum kanska halda. Aðrastaðni eru tað nógv, ið spæla golf, bæði vaksin og børn, og fólk úr øllum stattum – og ítróttargreinin hevur stóra framgongd um allan heimin, sigur Gunvør Balle.
Hon vísir á, at ein golfvøllur eisini fer at vera eitt vakurt stað, har tú kanst fáa náttúruupplivingar og rekreatión.
– Men vit skulu finna út av, hvussu vit skulu fáa vøllin gjørdan í einum langtíðarhøpi, sigur hon.
Beint eftir páskir kemur íslendskur ráðgevi aftur til Føroyar at gera uppskot um vøllin.