Golfvøllurin á Glyvursnesi klárur um trý ár

– Tórshavnar býráð hevur sett pengar av til arbeiðið at gera golfvøll á Glyvursnesi við 18 holum, sum lýkur altjóða setingar.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

– Skal vøllurin verða klárur til Oyggjaleikir 2019, skal hann verða liðugur í seinasta lagi 2016, tí vøllurin krevur eini 2-3 ár at búnast, áðrenn spælast kann á honum. Tí skal byggiarbeiðið byrja nú, men enn hevur kommunan ikki rættindi til lendið. Sambært landsstýrinum verður hetta væntandi loyst um stutta tíð.

Designuppskotið fyri vøllin vísir, at longsti teinurin runt verður um 5.500 metrar, stytsti um 4.100 metrar. Harumframt verður venjingarøki við driving range og putting green, parkering v.m.

Samlaða økið er um 600.000 fermetrar.

– Føroyar eru einasta land í Evropa, sum ikki hevur ein golfvøll. Tað verður ikki leingi aftrat. Um 4-5 ár kunnu vit bjóða føroyingum og útlendingum ein golfvøll og eitt umhvørvi á Glyvursnesi, sum einki stendur aftan fyri onnur lond, sigur Heðin Mortensen.

– Og Oyggjaleikirnir, teir koma í 2019, sigur borgarstjórin í Havn.

Lesið viðmerkingina hjá Heðin Mortensen um golfvøllin HER