1. november
Telvarin, Hans Kristian Simonsen, ger veruliga um seg í sterkari unglingakapping í Spania.
Fýra ungir havnardreingir fara til Onglands, har teir skulu royndarvenja við Nottingham Forest.
Klaksvíkingar vinna øll heiðursmerkini, tá dystast verður um Haldor Holm steypið í billard.
2. november
Neistin og VÍF bresta saman í manshondbólti. Bæði hava fult stigatal undan dystinum. Undan dystinum er greitt, at John Petersen nú er lagstur afturat liðnum hjá Neistanum
Lars Nedergaard hevur úttikið fyrsta bruttohópin til hondbóltslandsliðið.
Bæði brøndby og FCK gera um seg í Europa. FCK vinnur úti móti Ajax og Brøndby vinnur á kroatiska Vartaks.
Neistin ger stuðulsavtalur við Smyril Line og Statoil.
6. november
Neistin og VÍF spæla javnt í oddadystinum, og hondbóltskappingin er enn púrasta opin.
Jákup Mikkelsen hevur fingið nýtt tilboð frá Molde, og hesa ferð tekur landsliðsmálvejin av.
Í Onglandi gongst væl hjá Julian Johnsson, og um vikuskiftið vinur Hull 3-0.
Eli Dahl Christiansen vinnur FM í triathlon frammanfyri Gunnar Dahl Olesen.
Fram vinnur grannauppgerðina á Fleyr og er framvegis fremst í flogbóltskappingini. Hjá kvinnum tapir Mjølnir triðja dystin í slag, meðan TB stevnir móti gullinum við fullari ferð.
7. november
Skála styrkir um liðið. Komandi ár fara Dánjal Hansen úr NSÍ og Kári Nielsen úr B71 at spæla við liðnum.
Í talvkappingini er Vestmanna talvfelag á odda, eftir Havnin og Klaksvíkin telva javnleik í Havn.
8. november
Todi Jónsson er nú í Eysturríki, har ein serlækni heldur seg hava funnið orsøkina til mongu vøddaskaðarnar.
10. november
B36 hevur aftur eitt gott ár. 600.000 kr. í yvirskoti sigur roknskapurin.
VÍF vinnur tepurt á H71, og heldur fast í hondbóltsoddinum.
13. november
Fyri fyrstu ferð í ár vinna menninir hjá Tjaldri landskappingardyst. 25-28 sigur máltalvan á Strondum, tá grannauppgerðin er av.
Mjølnir vinnur langt um leingi í kvinnudeildini, men TB stimar framvegis við fullari ferð. Hjá monnunum vinnur Fram tepurt á botnliðnum, ÍF.
Klaksvíkingar vinna á vestmenningum í talvi, og nú er javnt í oddinum.
14. november
Nýggja PILA-spælið verður sýnt á Torginum, og fótbóltsspælið tykist fáa góða móttøku.
15. november
Tað gongst illa hjá kyndilsmonnum. Í eini roynd at bøta um, verður Bárður Johannesen nú aftur á liðnum.
16. november
Tórshavnar Golfklubbi er komið væl áleiðis í fyririekingunum til at gera ein 18 hola stóran golfvøll í Hoyvíkshaganum.
17. november
Tomislav Sivic verður helst nýggjur landsliðsvenjari í Jordan.
20. november
FSF hevur árliga fundin við feløgini. Eingi stórmál eru á skránni, og yvir høvur er talan um ein siðiligan fund.
Oddaliðið í kvinnuflogbólti, TB, hevur sagt venjaran úr starvi, men kortini vinna tær á Drátti. Í Havn er sannur ruðuleiki, tá Fleyr og ÍF dystast í kvinnudeildini. ÍF vinnur, men eftir dystin sendir Fleyr kæru inn.
Hjá monnum vinna bæði SÍ og Fram sínar dystir.
21. november
Formansstríðið í FSF er byrjað, og millum heitastu evnini tykjast vera Dánjal Andreasen, Ísak Mikladal og Christian Andreasen.
TB hevur til komandi kappingarárið styrkt fótbóltsliðið munandi. Tveir jugoslaviskir verjuleikarar koma helst felagnum til hjálpar.
22. november
Neistin spælir javnt á Skála, og missur harvið eitt týðandi fet í oddastríðnum, har VÍF er hin parturin.
23. november
FCK eru óhepnir, tá teir tapa 1-0 á heimavølli fyri týska Borussia Dortmund.
Rúni Orloff og Ragnar Rasmussen standa seg í íslendskari badminton-kapping. Teir vinna millum annað á íslendskum landsliðsleikarum.
27. november
Pól Thorsetinsson sigur í viðtali, at hann allar helst fer at spæla við NSÍ komandi kappingarárið.
Í hondbóltsoddinum vinna bæði Neistin og VÍF hjá monnum, meðan kvinnurnar úr Vestmanna tykjast ver púra einaráðandi. Hesa ferð fær VB av at vita frá meistarunum.
Allan Mørkøre fer komandi árið at spæla við KÍ.
SÍ vinnur oddadystin í flogbólti móti Fram, og nú er aftur javnt í flogbóltsoddinum.
Mjølnir kvinnurnar taka øll á bóli, tá tær eftir eina søguliga vánaliga kappingarársbyrjan brádliga vinna uppibornan sigur á Tvøroyari. Fleiri av gomlu leikarunum eru við aftur, og hetta tykist gera munin.
Bæði í Hollandi og Onglandi missa føroysku fótbóltsútisetarnir á heimavølli, tá Hull og Zwolle spæla javnt móti veikari liðum.
Olaf Berg og Ólavur Simonsen gerast fremstir, tá Havnar Telvingarfelag hevur árligu HT-Open kappingina.
29. november
Sóljan vinnur botndystin móti Kyndli, og sleppur sær harvið úr botninum í hondgbóltskappingini hjá kvinnum.
Hjalgrím Elttør ivast í, hvørt hann skal halda fram í KÍ ella taka av tilboði frá B36.
HB leitar uttanlands eftir leikarum, sum kunnu styrkja liðið til komandi kappingarár.
30. november
Kyndil fær eitt sindur av luft, tá menninir vinna grannauppgerðina móti hoyvíkingum. Samstundis heldur VÍF fast um oddasessin, tá teir vinna sera tepurt á Skála. Bert eitt mál skilir teir og StÍF.










