Ein golfvøllur á Glyvursnesi hevur stóran týdning í ferðavinnuhøpi.
Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráð Føroya. Hon vísir á, at ein golfvøllur hevur tað, sum á ferðvinnumálið verður kalla »reason to go«, og ein golfvøllur, sum liggur beint við Atlantshavi, og har seyður og onnur kríatúr ganga rundan um, hevði kunna drigið mong golfferðafólk til Føroya.
Hon vísir á, at fólk, sum ferðast kring heimin at spæla golf ofta eru fólk, sum eru væl fyri fíggjarlig, og tí kann ein rættiligur golfvøllru kasta nógv av sær til aðrar vinnur.
Hoyrið samrøðu, sum Rás2 hevði við Guðrið Højgaard fríggjadagin: