- Golf er ikki longur bara er ein ítrótt fyri nøkur fá, men er í dag er ein fólkaítrott, og tí kann ein golfbreyt gerast eitt gott íkast til tey nógvu góðu frítíðartilboðini, sum longu eru í Tórshavnar kommunu, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu.
Føroyar og Menorka eru í boði at hava leikirnar í 2019 og 2021. Á aðalfundinum gjørdi formaðurin í Altjóða Oyggjaleikanevndini greitt, at Føroyar liggja betri fyri at fyriskipa leikirnar í 2019 enn Menorka. Føroysku umboðini fegnast um hesa útmelding frá Altjóða Oyggjaleikanevndini. Eitt av krøvunum fyri at fáa leikirnar, eru góðar umstøður til golf.
Við á Isle of Wight eru løgmaður, ítróttarmálaráðharrin og borgarstjórin í Havn, umframt onnur almenn umboð, og hava hesi, saman við ÍSF, nýtt høvið at fundast við Altjóða Oyggjaleikanevndina, og at kunna seg um viðurskiftini á staðnum. Føroyska politiska umboðanin hevur møtt stóra vælvild, og teirra stuðul til oyggjaleikir í Føroyum hevur víst IIGA, at Føroyar sum samfelag standa saman um ynskið at hava oyggjaleikir í Føroyum aftur. Hetta staðfestir ÍSF eisini á síni heimasíðu.
Býráðsumboðini saman við umboðum frá landsstýrinum og golffelagnum vóru og kannaðu umstøður á Isle of Wight, sum minna um umstøðurnar á Glyvursnesi, hetta so at í felag kann farast undir at fyrireika umstøðurnar í Føroyum til einar komandi oyggjaleikir.
- Vit vóna at kunna taka ímóti í 2019 ella 2021, og at samtyktin sum aðalfundurin tók í gjár um at gera uppskot til nýggjar reglur, er eitt gott stig á vegnum. Harnæst er staðfest, at golf ikki longur bara er ein ítrott fyri nøkur fá, men at tað í dag er ein fólkaítrott, og at ein golfbreyt tí kann gerast eitt gott íkast til tey nógvu góðu frítíðartilboðini, sum longu eru í Tórshavnar kommunu, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking av Isle of Wight.
(Myndin er av ferðaliðnum, sum var og kannaði umstøðurnar til golf á Isle of Wight.)