Samstarvsfelagsskapurin hjá teimum seks golfstatunum, GCC, fordømir nú, at libanesiska Hizbollah-rørslan hevur lagt upp í borgarakríggið í Sýrialandi og berjist í parti við stjórnarherdeildum.
Hizbollah-limir, sum búgva í golfstatunum, kunnu rokna við revsiatgerðum, sigur GCC-felagsskapurin við eina saudiska tíðindastovu.
Áður hevur arabiska ligan við hvøssum vendingum fordømt, at shiamuslimska Hizbollah er í parti við sýriska forestanum, Bashar al-Assad.
Tey seks londini, sum eru við í GCC-felagsskapinum, eru Bahrain, Kuwait, Sameindu arabisku emiratini, Oman, Qatar og Saudiarabia.