Aftaná, at Golfo Azzurro hevur ligið nátt á Øravík, hevur skipið vent leiðina suðureftir í morgun. Fyri løtu síðan var skipið inni á Vágsfirði og vendi, upplýsir Suðuroyarportalurin.
Skipið lá eina løtu tætt undir landið á Økrum, og fór so út eftir aftur, og hvarv í tokuni.
Verjuskipið Triton hevur verið í hølunum á Golfo Azzurro, men bæði skipini hvurvu í mjørkanum, skrivar portalurin.









