Spanski golfspælarin Miguel Angel Jimenez má binda frið frá golfspælinum í fleiri mánaðir, eftir at hann hevur verið á skíferiu í Sierra Nevada fjøllunum.
48 ára gamli Jimenez gjørdist elsti Tour-vinnarin, tá ið hann í november vann Hong Kong Open.
Men tað var ikki so skilagott av Jimenez at skifta ítróttargrein í jólaferiuni, tí hann kom so illa fyri, at hann breyt beinið, tá ið hann stóð á skíum.
- Tað kunnu ganga upp í fimm mánaðir, áðrenn eg komi fyri meg og kann luttaka í golfkapping aftur. Eg havi annars spælt heilt væl seinastu tíðina, men hetta er tað, sum kann henda, sigur Miguel Angel Jimnez við heimasíðuna europeantour.com.