Golf skal á breddan

- Vit vóna, at vit kunnu fáa eitt gott úrslit, soleiðis, at føroysku miðlarnar kunnu vísa ítróttinum ans, sigur Oskar Eiriksson, sum er við í føroyska landsliðshópinum í golf

Í drúgv áramál stuðlaði hann føroyskum fótbóltsleikararum frá síðulinjuni. Hann var eyðkendur í HB-húsinum við trummuni, og serliga til fótbóltslandsdystir, har hann var ein av oddamonnunum í 12. manni. Í komandi viku verður hann eisini við í føroyska ferðalagnum, sum fer til Oyggjaleikirnar á Álandi. Men hann hevur hvørki trummuna ella andlitsmálingina við í viðførinum. Hinvegin er golfstavurin við.

Oskar Eiriksson fer í komandi viku at umboða Føroyar í golf á Oyggjaleikunum. Tað er fyrst og fremst í eini roynd at økja um áhugan fyri ítróttini millum føroyingar, at seks leikarar í komandi viku taka dystin upp við aðrar oyggjarbúgvar.


Vekja áhuga fyri golf

Fyri góðum seks árum síðan varð skipað fyri einum degi á Glyvursnesi á Argjum, har øll áhugaði kundu fáa undirvísing í golf. Oskar Eiriksson tók lut í tiltakinum, og hann varð beinanvegin bitin av at sláa lítla og hvíta bóltin frá holi til hol. Hann keypti sær skjótt eitt venjingarsett, og hann hevur vant miðvíst síðan. Áhugin fyri ítróttini er tó fleiri ára gamalur, tí hann sum smádrongur nýtti nógva tíð upp á minigolf.

Men hóast hann seinastu seks árini hevur spælt golf dagliga, tekur hann lut á Oyggjaleikum fyri at læra.

- Tað gera vit allir, tí hetta er bara triðju ferð, at føroyskir golfspælarar eru við. Vit vóna, at vit kunnu fáa eitt gott úrslit, soleiðis, at føroysku miðlarnar kunnu vísa ítróttinum ans. Tað er okkara vón, at fleiri føroyingar fara at spæla golf. Málsetningurin er at lyfta okkum av aftasta plássinum, sum hevur verið úrtøkan hjá okkum higartil, men tað verður sera torført. Vit fara í øllum førum at stríðast fyri tí, sigur Oskar Eiriksson.

Føroyska manningin, sum skal umboða Føroyar í golf á Oyggjaleikunum, hevur ongantíð verið størri enn hesaferð. Talan er um fimm fólk, og fyri fyrstu ferð er eitt konufólk við. Umframt Oskar Eiriksson eru Rói Christiansen, Jónfinn Thomassen, Janus Norðberg og Finngerð Sólbjørg úttikin.


Væl fyrireikaðir

Tað hevur ikki verið møguligt hjá føroyska landsliðshópinum at vant saman seinastu tíðina. Rói Christiansen og Jónfinn Thomassen eru báðir búsitandi í Danmark, og Finngerð Sólbjørg hevur fyribils sett sær búgv í London. Men heima í Føroyum hava Oskar Eiriksson og Janus Norðberg fyrireika seg á besta hátt.

- Vit hava runnið á maskinunum í Yndi, og á páskum vóru vit í Danmark og spældu saman. Áðrenn leikirnir verða settir, fara vit eisini at spæla á vøllunum á Álandi, so vit eru væl fyrireikaðir, sigur Oskar Eiriksson.

Men hvør føroyingur fer serliga at standa seg væl, væntar tú?

- Eg má fyrst og fremst nevna Róa Christiansen. Hann hevur staðið seg sera væl, og vónandi fer hann at gera seg galdandi. Vit hava kunnað okkum væl um mótstøðuna, og tað vísir seg, at fleiri eru á veg at gerast yrkisleikarar, so tað verður ikki lætt, staðfestir Oskar Eiriksson.






FAKTA


Hesi umboða Føroyar í golfspæli


Oskar Eiriksson

Rói Christiansen

Jónfinn Thomassen

Janus Norðberg

Finngerð Sólbjørg