Tey stóru nøvnini fara sum vant at framføra á Gøtusandi, og sum sæst á myndini, ið er tikin í kvøld, so er nógv virksemi kring og á sandinum, nú tíðin byrjar at ganga undan. Stóri pallurin er longu komin upp, og nú verður rigga til, at stóru nøvini trína á pall.
Størsta navnið er uttan iva danski bólkurin Dizzy Mizz Lizzy, ið trína á pallin leygarkvøldið.
Av øðrum nøvnum, ið framføra á festivalinum kunnu nevnast Amason, At The Gates, Jamie Woon, Kiasmos, umframt føroysk nøvn sum Eivör, Teitur, AVE, Marius Ziska, Tinganest, Hogni og Guðrið Hansdóttir.