Gøtumaður á veg til Grindavík

Íslendskt útvarp sendir gøtumann til Grindavík

Íslendska heimasíðan, Fótbolti.net, skrivar at Kaj Leo í Bartalsstovu er á veg til Grindavík. Gøtumaðurin hevur spælt við FH, ÍBV, Vali og ÍA í Íslandi, og nú er líkt til at 31 ára gamli bóltsnillingurin heldur fram í íslendskum fótbólti.

 

Í útvarpssendingini X977 hjá Fótbólti.net segði ein av serfrøðingunum, at han hevði hoyrt at Kaj Leo í Bartalsstovu var á veg til Grindavík, sum spælir í næstbestu deildini. Gøtumaðurin hevði ikki eitt av sínum góðu kappingarárum í fjør, tá liðið hjá honum, ÍA Akranes, flutti niður.

 

Sagt verður, at Grindavík hevur styrkt seg til hetta kappingarárið í royndini at flyta upp.