Um vikuskiftið varð skipað fyri Danish Open fyri juniorar í Farum. Úr Føroyum vóru fleiri luttakarar, millum annað Mona Mikkelsen og Jensa Jacobsen úr Syðrugøtu.
Tær luttóku í A-rekkjuni, sum er triðbesta deildin fyri juniorar í Danmark. Tær gjørdu ikki matari enn at møtast í finaluni, har Mona Mikkelsen vann 2-1 á Jensu Jacobsen.
Tær fingu tí gull- og silvurheiðursmerkini heim við sær úr Danmark.
Mona og Jensa spæla badminton hjá ÍF-Badminton í Fuglafirði.
Umframt tær báðar gøtugenturnar var eisini Bárður á Reynatrøð úr Leirvík – sum eisini spælir við ÍF batmiton – í kappingini. Hann vann eina silvurmedalju í tvímansleiki u15.