Enn er einki nýtt at frætta um eftirlýsta dreingin í Gøtu, tann 12 ára gamla Amen Zelalem Kassa, sum ikki hevur verið sæddur síðani um nátturðatíð í gjárkvøldið og sum løgreglan tí eftirlýsir.
Fólk í Gøtu eru til reiðar at hjálpa løgregluni at leita, og sum skilst verður leiting fyriskipað.
Løgreglan leggur kortini dent á, at fólk ikki fara út í náttúruna at leita, uttan at tað er avtalað við løgregluna.
– Hundapatruljan tekur sær av hesum, og tað er sera týdningarmikið, at fólk ikki fara at órógva møgulig spor, sum hundarnir kunnu finna, sigur vakthavandi á løgregluni.
Sambært fólki í Gøtu, so bíða tey eftir boðum frá løgregluni og savna fólk at fara at leita.